- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava selt triðingin av bestu ullini til føroyskar fyritøkur
Hava selt triðingin av bestu ullini til føroyskar fyritøkur
Nú verður roynt at selja tað, sum eftir er av ullini, til Onglands
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.12.2024 - 10:13
Búnaðarstovan hevur selt ein stóran triðing av teimum 30 tonsunum av ull, sum vóru skild í fyrsta flokk, til tvær føroyskar fyritøkur.
Prísurin er á leið tann sami sum hini árini.
Men eitt sindur meira fæst fyri morreyðu ullina, sigur Búnaðarstovan.
Nú verður roynt at selja tað, sum eftir er av ullini, til Onglands.
Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar 250 kg.
Í fyrsta flokki var ull í seks náttúrulitum.
Sløk fimm tons eru í øðrum flokki.
Tann ullin er ikki skild í litir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV