- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarformaðurin í SEV: Oljuavgjald er bara eykaskattur
Nevndarformaðurin í SEV: Oljuavgjald er bara eykaskattur
Oljuavgjaldið fer næsta ár at kosta SEV 55 mió. kr.
09.12.2024 - 08:42
Eitt sokallað oljuavgjald, sum ikki verður nýtt í burðardygga virkisøkinum, er bara eykaskattur, sum tekur pening úr skipanini og leggur fót fyri grønu kósina.
Tað er meiningsleyst, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.
Oljuavgjaldið fer næsta ár at kosta SEV 55 mió. kr.
Tað er í roynd og veru eitt avgjald á el, sigur Kári Johansen.
Ógreiður politikkur
Hann heldur, at politikkurin hjá landinum um burðardygd er heldur ógreiður.
SEV brúkar tungolju fyri 216,9 mió.kr. í ár.
Oljuavgjaldið er 42,6 mió.kr., tvs. 19,6 prosent.
Oljuavgjaldið hækkaði nógv í ár, - úr 10 oyrum upp í 90 oyru liturin.
Og næsta ár fer tað upp í 1,15 kr. fyri liturin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV