- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 prosent vøkstur síðani 2019
Lógirnar vóru ikki so ofta brotnar í fjør sum í 2022.
Tølini hjá politinum siga, at fráboðanir um brot á revsilógina, ferðslulógina og aðrar serlógir vóru 3.591 í 2023.
Tær vóru 3.727 í 2022.
Politiið brúkar nú eitt annað hagtalssnið.
Eitt dømi er stóra minkingin í fráboðanum um harðskap frá 2022 til 2023.
Men yvirskipað vísa nýggjastu tølini ein vøkstur.
Frá 2019 til 2023 vaks talið 14 prosent.
Eingin javnstøða í handtøkum
Handtøkurnar vóru 32 prosent fleiri.
Í fjør vóru 392 handtøkur.
Har er eingin javnstøðu, tí 336 menn og 56 kvinnur vóru handtikin.
Í 2022 vóru 345 handtøkur, 312 menn og 33 kvinnur.
Fráboðanir um brot á revsilógina eru farnar 44 prosent upp síðani 2019.
Millum annað vóru 10 neyðtøkur fráboðaðar í 2019 og 30 í 2023.