- Tíðindi, mentan og ítróttur
Datt í bergholi
Nakað eftir middag leygardagin datt ein kvinna, sum var á súkklu, í Ritudalsbergholinum á Kallsoynni.
Tilbúgvingin í Kallsoynni fór inn í bergholið eftir kvinnuni.
Tyrlan flutti hana síðani til Landssjúkrahúsið til kanningar.
Nógvir bátar høvdu brúk fyri sleipi um vikuskiftið.
Fyrrapartin fríggjadagin fór Ziska eftir einum báti, sum hevði maskinbrek. Hann var staddur eystanfyri.
Seinnapartin fríggjadagin sleipaði Arun ein bát, sum fekk maskinbrek, eisini eystanfyri, til lands.
Fríggjakvøldið var ein jolla steðgað við Froðba.
Tvey unglingur vóru umborð.
Suðuroyar norðara bjargingarfelag sendi tveir bátar at leita eftir jolluni.
Jollan bleiv skjótt funnin og sleipað á Tvøroyri.
Leygarkvøldið steðgaði ein bátur við Hagaleitið. Tvey fólk vóru umborð.
Ziska fór eftir bátinum og sleipaði hann til lands.