- Tíðindi, mentan og ítróttur
Redaktørurin ikki ákærdur
Redaktørurin á Vágaportalinum, Ólavur í Beiti, verður ikki ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini.
Tað hevur ríkisadvokaturin avgjørt.
Orsøkin er, sigur hann, at hann ikki heldur, at eitt rættarmál hevði endað við dómi.
Í dag er eitt revsimál um grein 266b í rættarlistanum hjá Føroya rætti.
Ein 58 ára gamal maður er ákærdur, tí hann 9. november í 2022 skrivaði niðrandi um samkynd á júst Vágaportalinum.
Maðurin játtar seg sekan.
Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.
Hóast orðini stóðu á Vágaportalinum, verður redaktørurin har ikki ákærdur.