- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gift í 60 ár
Nýggjársaftan fyri sekstiseks árum síðani komu Svenning og Birgit á tal fyri fyrstu ferð. Hetta var uttanfyri Ebenezer eftir eina nýggjársveitslu, sum altíð endaði stutt eftir midnátt.
Birgit spurdi, um Svenning og bróðir hansara kundu fylgja henni heim. Tað vildi Svenning ógvuliga fegin, og so var fast teirra millum. Kvøldið og løtan gjørdist byrjanin til eina lívslanga og sameinda lívsferð til dagin í dag.
23. mei, 1964 blívu tey gift og fingu tríggjar dreingir: Petur, Marner og Dan.
Lyftini, tey góvu hvørjum øðrum, hanga enn í hjúnakamarinum sum ein daglig áminning um at elska hvørt annað, inntil deyðin ger skilnað teirra millum - í viðgongd og mótgongd.
Uppskriftin til eitt langt og gott hjúnalig, hana kanst tú hoyra við at trýsta á samrøðuna niðanfyri, sum morgunsendingin gjørdi við diamantbrúðarparið: