- Tíðindi, mentan og ítróttur
Av hægstu tindum í svartasta dýpi - og uppaftur
- Løstir er nakað, tú hevur við tær alt lívið.
Bárður Persson fer í komandi viku at føra fram leikin Løstir, sum hann hevur skrivað saman við Barbaru Hesselager.
Saman lósu tey bæði á sjónleikaraskúlanum í Aarhus, og tey hava tað til felags, at tey hava verið sálarsjúk.
- Eg havi tað gott nú, men eg noyðist at arbeiða við tí alla tíðina.
Leikurin snýr seg um ikki at passa inn. Um at føla seg frávaldan í eini skúlaskipan, ið ikki megnar at lofta tær. Um sjúku, sum kemur sníkjandi. Um at liggja krúllaður undir eini dýnu og vera sannførdur um at vera fullkomiliga miseydnaður. Ein søga um at berjast fyri lívinum. Um at finna ein veg úr myrkrinum.
Hoyr samrøðuna við Bárð Persson um sjónleik og lívsins leik.