- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tøkugjaldið næstan 200 prosent størri
Dagført kl. 11:00
Sølan var átta prosent størri, og tøkugjaldið var 195 prosent størri.
Tað sigur Bakkafrost um fyrsta ársfjóðing.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrostsamtakinum í fyrsta ársfjórðingi var 710 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt var 401 milliónir krónur.
Tøkugjaldið var 112 milliónir krónur.
Tað var 38 milliónir í fyrsta ársfjórðingi í fjør og 153 milliónir krónur alt 2023.
- Hetta er fyrsti ársfjórðingur, har vit veruliga síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ prísurin á laksi broytist, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.
Sum útlitini eru, eisini við nýggja uppskotinum um tøkugjald eru fortreytirnar fyri at gera fleiri lidnar vørur aftur sera vánaligar.
NASDAQ prísurin, sum er ein fiktivur prísur, og lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini, sigur Regin Jacobsen.