- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta skip sleppa at royndarfiska eftir toski í Grønlandi
Átta skip sleppa at royndarfiska eftir toski í Grønlandi
Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota, har hvørt skip í mesta lagi kann fiska 400 tons
06.05.2024 - 14:44
Átta føroysk skip sleppa at royndarfiska eftir toski í landnyrðingsgrønlandi.
Tað boðar Fiskimálaráðið frá.
Samlaða kvotan er 1.800 tons.
Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota, har hvørt skip í mesta lagi kann fiska 400 tons.
Føroyska luttøkan í royndunum hevur støði í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV