- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólksins Rødd: Hesar seks røddir luttaka í sendirøðini
Fólksins Rødd er aftur á skrá.
Sendirøðin, sum fyrstu ferð varð send fyri 15 árum síðani, verður hesaferð í fýra pørtum.
Røðin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá føroyingum kring landið. Harumframt siga luttakararnir sína hugsan um eitt evni til hvørja sending.
Fyrsta evnið er veðrið.
Seks luttakarar eru við hesaferð:
Steinvør Fonn, 53 ár, Klaksvík, skrivstovukvinna á Fonn Flog,
Jákup Andreas Funn Joensen, 36 ár, kvívíkingur búsitandi í Vestmanna, maskinsmiður á Sundsverkinum hjá SEV.
Oddvá Nattestad, 75 ár, úr Gøtu búsitandi í Havn, pensjónistur
Jákup á Borg, 44 ár,úr Havn, fótbóltsvenjari og sjálvstøðugt vinnurekandi.
Kristian Jacobsen, 20 ár, úr Runavík, í læru sum vevari og annars ymiskt fyrifallandi arbeiði innan sangmentan
Jón Rói Høgnesen, 18 ár, úr Norðagøtu, miðnámsskúlanæmingur.
Fyrsta sending verður send í Sjónvarpinum hóskvøldið kl. 19.25