- Tíðindi, mentan og ítróttur
60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap
Ein maður í tretivunum hevur fingið 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap.
Hann var dømdur fyri at hava sligið ein annan mann. Men hann var fríkendur fyri at royna at sparka hann. Tað kundi ikki prógvast.
Hetta hendi á Káta horninum í Havn í fjør summar.
Kravið hjá ákæruvaldinum var fongsul í tríggjar mánaðir. Maðurin noktaði seg sekan.
Fráverudómur
Maðurin fekk fráverudóm, tí hann kom ikki í rættin og hevði ikki lógligt forfall.
Maðurin er í Danmark og skuldi koma í rættin í Hillerød, sum skuldi hava videosamband við Føroya rætt. Men hann kom ikki í rættin.
Eisini hetta málið er vorðið gamalt, áðrenn tað verður viðgjørt í rættinum.
Men nú hava ákæruvaldið og Føroya rættur gjørt avtalu um, at eftir nýggjár vera revsimálini skjótari avgreidd.
Miðað verður eftir, at næsta summar verður slætt borð.