- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsval: Nógv mál detta burtur
Nógv stórmál hjá landsstýrinum verða av ongum, í hvussu so er í hesum valskeiðnum, nú løgmaður hevur boðað frá løgtingsvali.
Tað størsta av hesum málum er uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.
Onnur uppskot eru tey:
- um skattalætta og hægri barnafrádrátt.
- um inngjald og útgjald hjá Barsilsskipanini.
- um at broyta 26 lógir um fíggjarligt virksemi, so lættari verður hjá peningastovnunum at vera á altjóða marknaðinum.
Elakfør og meirvirðisgjald
Uppskotið um at leingja frítøkuna fyri meirvirðisgjald og virðisgjald hjá teimum, sum keypa elakfør ella vetnisakfør.
Konkurslógin skuldi eisini dagførast.
Uppskotið um tøkugjaldið hjá alivinnuni dettur burtur, umframt uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.
Uppskotið um at geva kommunum loyvi til at geva foreldrum pengar fyri at ansa børnunum í staðin fyri at senda tey í vøggustovu, var á veg í løgtingið og er til hoyringar í løtuni.
Og so kann leggjast aftrat, at uppskotið um at hava summartíð alt árið var á veg í løgtingið.
Har er hoyringarfreistin farin.