- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaaling: Nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar heilsuna hjá laksi
Tað vísa granskingarúrslit hjá Fiskaaling, sum eru givin út í altjóða tíðarritinum Frontiers in Animal Science.
Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundur á greinini.
Granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri kanningum av, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin.
Nitrit stavar frá ótørvum, ið laksurin hevur latið í vatnið.
Granskingarúrslitini vísa, at laksurin hevur trupult við at halda fysiologisku javnvágina í feskvatni yvir longri tíð, um nitrit-innihaldið í vatninum er ov høgt, og at tað kann elva til, at fiskurin fær ov nógv kalium í blóðið.
Heidi S. Mortensen hevur Elina Jacobsen og Amandu Vang frá Fiskaaling aftur at sær sum høvundar, og tær hava eisini verið partur av granskingararbeiðinum.