Útlátið hjá fyritøkum í Burðardyggum vinnulívi minkaði 17 prosent

Útlátið hjá fyritøkum í Burðardyggum vinnulívi minkaði 17 prosent
12 fyritøkur eru við í átakinum 'Burðardygt vinnulív', og nógv bendir á, at átakið riggar eftir ætlan
 
12.09.2022 - 14:38

Útlátið hjá teimum 12 fyritøkunum, sum eru við í átakinum 'Burðardygt vinnulív' minkaði við 17 prosentum fyrsta árið.

12 fyritøkur eru við í átakinum, og fríggjadagin var úrslitið fyri fyrsta árið lagt fram á kunningarfundi.

Fyritøkurnar arbeiða við at raðfesta burðardygd og eisini um millum annað handfaring av burturkasti, at økja um áhugan fyri burðardyggum loysnum og innanhýsis førleikum í fyritøkunum.

ØLL FRÁGREIÐINGIN KANN LESAST HER. 

 

ESG-vegleiðing

Fyritøkurnar hava saman gjørt eina ESG-vegleiðing, og vegleiðingin varð løgd fram á fundinum. ESG stendur fyri Environmental, Social & Corporate governance, og vegleiðingin hjálpir fyritøkum at gera ætlanir og mátingar av burðardyggu støðuni hjá fyritøkuni.

ESG-vegleiðingin hevur ávísar mátieindir, sum hóska til føroysku vinnuna, og vegleiðingin fevnir bæði um váðar og møguleikar.

ESG-vegleiðingin er almenn, og aðrar fyritøkur kunnu eisini nýta hesa. Enn er vegleiðingin á enskum, men skjótt verður hon eisini tøk á føroyskum, verður upplýst í tíðindaskrivi.

Tær 12 fyritøkurnar í Burðardyggum vinnulívi eru: Bakkafrost, Betri, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, Poul Michelsen, SMJ og Vónin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981