- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knívur á lofti
Knívur á lofti
Um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið var knívur á lofti í Klaksvík, har ein maður hótti ein annan
04.09.2022 - 11:53
Politiið heldur, at tað var eitt sindur í spølni, tí tað var ikki áfast millum menn, og teir stóðu nakrar metrar frá hvørjum øðrum. Meira hendi ikki.
- Men tá ið knívur ella vápn eru uppí, verður tað altíð tikið í størsta álvara og væntast kann eisini eitt eftirspæl, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.
Politiið kannar málið víðari og skal gera fleiri avhoyringar.
Enn er ógreitt, hvat tann, sum hevði knívin á lofti, kann vænta at vera skuldsettur fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV