- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist hví eldur kom í vinnubygning við Ljósá
Um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið var boðað frá eldi í vinnubygninginum hjá KJ Sandblásing við Ljósá.
Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur komu á staðið.
Eingin fólkaskaði var.
Vandamikil roykur
Skjótt gjørdist greitt, at eldur var í fleiri kemiskum evnum og roykurin var vandamikil, sigur vakthavandi á politistøðini.
Neyðugt var at flyta trý-fýra húski burtur, tí roykurin var vandamikil.
Eisini var landsvegurin við Ljósá stongdur. Koyrandi var um Eiðisgarð.
Eitt fólk var í bygninginum
Um hálvgum-ellivu tíðina var minni roykur og tamarhald á støðuni og landsvegurin læt upp aftur.
Økið við bygningin er framvegis avbyrgt, og kanningararbeiðið byrjar í morgun, sigur vakthavandi.
Eitt fólk var í bygninginum, tá ið eldurin kyknaði, men tað slapp út í øllum góðum.
Løgreglan veit ikki, hví eldurin kyknaði. Helvtin av bygninginum er brunnin í grund.