Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur ein seglbátur í trupulleikum
Aftur ein seglbátur í trupulleikum
Í gjárkvøldið vóru boð eftir Rescue Vón, sum sleipaði ein útlendskan seglbát til Vestmannar
Mynd: Eiðis Bjargingarfelag á Facebook
19.07.2022 - 09:39
Hetta er árstíðin, tá nógvir útlendskir seglbátar eru í føroyskum sjógvi, og tað hava føroysku bjargingarbátarnir merkt.
Í gjárkvøldið sleipaði Rescue Vón ein útlendskan seglbát til Vestmanna.
Báturin fekk maskinbrek, tá hann var staddur norður úr Vestmannasundi.
Rescue Lív hoyrir til Eiðis Bjargingarfelag.
Ein vika síðani seinast
Fyri einari viku síðani sleipaði Rescue Lív ein útlendskan seglbát til Havnar.
Báturin misti mastur og segl tveir fjórðingar sunnan fyri Borðuna.
Tá hann so skuldi sigla til Havnar við motorkraft, fekk hann maskinskaða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV