- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Havnina við fólki og vraki
Á Havnina við fólki og vraki
Klokkan átta í morgun kom Brimil á Havnina við týskarunum, sum vóru við tvíkiljuni Anna Bambooe, sum kolaðist upp 90 fjórðingar sunnan fyri Føroyar
30.04.2022 - 09:48
Klokkan átta í morgun kom Brimil á Havnina við týskarunum, sum vóru við tvíkiljuni Anna Bambooe, sum kolaðist upp 90 fjórðingar sunnan fyri Føroyar, í bretskum sjógvi.
Fólkini, maður og kvinna, fóru umborð á eina aðra tvíkilju, sum var í nánd.
Brimil hevur eisini tikið vrakið upp.
Tvíkiljurnar vóru á veg til Føroya úr Onglandi.
Hin tvíkiljan, Paragon, heldur leiðina fram.
Tórshavnar kommuna herbergar týskarunum.
Tórshavnar sløkkilið sær til, at vrakið verður burturbeint.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV