- Tíðindi, mentan og ítróttur
77 ára gamal maður álopin í býnum í Havn
77 ára gamal maður álopin í býnum í Havn
Løgreglan leitar nú eftir vitnum og biður tey venda sær til løgreglustøðina, um tey halda seg hava sæð nakað illgrunasamt
Mynd: (savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen
24.04.2022 - 10:25
Klokkan 2.25 í nátt var ein 77 ára gamlal maður álopin á vegamótinum Sverrisgøta - Tróndargøta.
Ein bilur steðgaði við síðuna av manninum, har tríggir mans komu úr bilinum og løgdu á mannin. Eftir øllum at døma heilt ógrundað. Maðurin var skumpaður so mikið hart, at hann datt aftur av og stoytti høvdið í.
Teir tríggir menninir settu seg síðani aftur í bilin og koyrdu avstað.
Løgreglan leitar nú eftir vitnum, sum hava sæð hendingina, og biður tey venda sær til politistøðina, um tey halda seg hava sæð nakað illgrunasamt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV