- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tyrlan noyddist til Rossagøtuna í Havn eftir fólki
Tyrlan noyddist til Rossagøtuna í Havn eftir fólki
Um fimm tíðina í gjár kom eitt fólk so mikið illa fyri á Rossagøtuna í Havnardali, at bjargingartyrlan mátti boðsendast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.04.2022 - 11:44
Boð vóru í gjár eftir bjargingartyrluni at hjálpa einum fólki, ið var komið illa fyri á Rossagøtuni í Havnardali.
Tað var um fimm tíðina seinnapartin í gjár, at MRCC fekk eina fráboðan um, at tørvur var á tyrluni, tí tað ikki var framkomandi hjá sjúkrabilinum, har viðkomandi var staddur.
Viðkomandi bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV