- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettur fyri brot á upphavsrættin
Skuldsettur fyri brot á upphavsrættin
Politiið hevur eisini lagt hald tekniska útgerð, sum nú verður kannað
16.02.2022 - 15:51
Løgreglan hevur skuldsett ein 49 ára gamlan mann í Havn fyri brot á upphavsrættin, tí hann í fleiri førum hevur selt rætttindi til sjónvarpsrásir, uttan loyvi frá ánaranum av upphavsrættinum.
Maðurin var handtikin í gjár.
Politiið hevur lagt hald á ymiska tekniska útgerð, sum nú verður kannað nærri fyri at fáa greiði á, hvussu umfatandi lógarbrotið er.
Skuldsetti játtar seg partvís sekan í skuldsetingini, sigur politiið, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV