- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin viðger mál um kynsligan harðskap
Rætturin viðger mál um kynsligan harðskap
Hetta er triðju ferð, at maðurin er ákærdur fyri kynsligan harðskap
28.01.2022 - 15:19
Føroya rættur viðger í dag eitt mál um kynsligan harðskap.
Talan er um ein 37 ára gamlan mann, sum er ákærdur fyri í eitt tíðarskeið at hava misbrúkt eina gentu, tá hon var átta ára gomul.
Tað var í 2005, men málið var meldað til løgregluna í 2019.
Hetta er triðju ferð, at maðurin er í Føroya rætti ákærdur fyri kynsligan harðskap. Hann var ákærdur í 2015 og í 2017.
Í 2015 varð hann dømdur sekur, men í 2017 staðfesti dómarin, at okkurt var farið fram, men í hesum føri var ikki nóg mikið til at døma mannin.
Nú er 37 ára gamli maðurin aftur ákærdur fyri kynsligan harðskap. Dómsviðgerðin er liðug, og dómurin verður kunngjørdur næsta fríggjadag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV