- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handaviðgerð: Maður skuldsettur fyri blúnismisbrot
Handaviðgerð: Maður skuldsettur fyri blúnismisbrot
12 kvinnur hava meldað, men maðurin noktar seg sekan
21.01.2022 - 10:46
Politiið er nú liðugt at avhoyra mannin, sum eigur fyritøkuna Body EZE, har hann gevur handaviðgerð.
Nú verður málið sent ákæruvaldinum.
12 kvinnur hava meldað mannin, sum nú er skuldsettur fyri blúnisbrot. Hann noktar seg sekan.
Politiið fekk fyrstu fráboðanina um mannin í september í fjør.
Hevur broytt viðgerðirnar
Maðurin segði við Dag og viku herfyri, at hann hevur broytt viðgerðirnar, síðani hann var meldaður.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at landslæknaembætið hevur ikki eftirlit við fólkum, sum geva viðgerðir av ymsum slagi, og sum ikki eru góðkend.
Í hesum førinum er talan um viðgerð, sum ikki er góðkend, so hon er ikki undir eftirliti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV