- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri landsrættin í februar
Í februar skal Landsrætturin viðgera málið, um hvat hendi, tá ein 16 ára gomul genta bleiv funnin deyð við byrgingina til Hvannasunds í november 2012.
Tvær vikur eru settar av. Málið verður viðgjørt í tveimum umførum, frá 14. til 18 februar, og aftur frá 21. til 25. februar.
26 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri dráp, var fríkendur í Føroya rætti tann 7. juli í fjør.
Ákæruvaldið ákærdi mannin fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen.
Fríkendur í nevnngatingi
Niðurstøðan hjá einum einmæltum nevningartingi var, at neyðugu prógvini vóru ikki løgd fram um, at maðurin hevði dripið gentuna.
Í dóminum var dentur serliga lagdur á, at einki læknaligt prógv er fyri, at nakað revsivert er farið fram.
Ákæruvaldið kærdi frídømingina.
Og í februar kemur málið so fyri í Landsrættinum.