- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey klipp í koyrikortið fyri at yvirhála í Eysturoyartunlinum
Ein bilførari fekk tvey klipp í koyrikortið í gjárkvøldið. Tað gjørdi hann, tí at hann hevði yvirhálað tveir bilar í Eysturoyartunlinum, og tað er ikki lov.
Løgreglan fekk fráboðanir frá øðrum, ið høvdu koyrt í tunlinum. Løgreglan setti seg síðan í samband við føraran, sum játtaði beinanvegin.
Trý fólk vóru flutt á landssjúkrahúsið í gjárkvøldið eftir eitt ferðsluóhapp í Vágum.
Tað var beint eftir klokkan 19, at løgreglan fekk eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Hotel Vágar.
Talan var um tveir bilar, ið rendu frontalt saman.
Tað var sera hált í gjárkvøldið og var hetta orsøkin til óhappið. Annar førarin misti tamarhaldið á sínum bili, sum síðan endaði við at renna beint á ein mótkoyrandi bil.
Báðir bilarnir fóru heilt illa. Neyðugt var at stongja vegin eina løtu.
Av løgreglustøðini siga tey annars, at fitt av fólki hevur verið í býnum í Havn í nátt. Orsakað av nógvu hálkuni vóru eisini fleiri gliðin og høvdu tørv á sjúkrabilum.