- Tíðindi, mentan og ítróttur
El var ikki orsøkin til eldin á Tvøroyri, siga brunaserfrøðingar
Talan var um stóran eld, tá eini hús brunnu á Tvøroyri í september.
Tríggir brunaserfrøðingar úr Danmark, sum hava kannað eldsbrunan á Tvøroyri í september, siga nú, at eingin elútbúnaður, so sum vaskimaskina, elvdi til eldin, sum kyknaði í kjallaranum.
Hetta var ein vanligur kjallari, - ikki íbúð.
El var ikki orsøkin, siga serfrøðingarnir.
Teir kunnu tó ikki siga, hvør orsøkin so er.
Eigarin var ikki í oynni
Tann, sum eigur húsini, var ikki í oynni, tá eldur kom í.
Eingin fólkaskaði var av hendingini, men húsini fóru illa.
Jaspur Vang sigur, at løgreglan hevur alla tíðina viðgjørt málið sum illgrunasamt, men eingin er handtikin, og eingin er skuldsettur.
Kanningarnar halda fram.
Avhoyringar hava verið, og kannað er, hvar fartelefon og bilur hjá tí, sum er undir illgruna, vóru 18. september, sigur Jaspur Vang.