- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndi at smugla meira enn fimm kilo av hassji
Royndi at smugla meira enn fimm kilo av hassji
Skuldsetti maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur
22.10.2021 - 12:47
Ein maður í 30'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava roynt at smugla meira enn fimm kilo av hassji til Føroya.
Tað boðar løgreglan frá í dag.
Tollvaldið fann rúsevnini, tá ið maðurin í september kom í land av Norrønu.
Og í einum øðrum máli varð ein maður í gjár varðhaldsfongslaður fyri at hava smuglað og selt størri nøgd av rúsevnum í Føroyum.
Hann skal sita í varðhaldi í fýra vikur.
Løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu stórar nøgdir talan er um, og hevur heldur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, tí málið er ikki liðugt kannað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV