Treytaleysa fongsulsrevsing í 21 mánaðir

Treytaleysa fongsulsrevsing í 21 mánaðir
32 ára gamli maðurin hevur sitið 11 mánaðir í varðhaldi
Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til, um dómurin í Føroya rætti skal kærast.
 
13.09.2021 - 10:12

Maðurin, sum var ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur, er fríkendur fyri ta ákæruna.

Føroya rættur hevur tó dømt mannin fyri onnur brot, sum hann var ákærdur fyri.

Maðurin, sum er 32 ár, fekk eitt ár og níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Kravdi trygdarvarðhald ella fongsul

Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella ikki minni enn fimm og hálvt ára fongsul.

Maðurin hevur longu sitið 11 mánaðir í varðhaldi.

Hann varð tikin 12.oktober í fjør, tá hann kom til Havnar við Norrønu. Hann varð tikin, tí hann royndi at smugla hash. Talan var um 21 og hálvt gramm.

Ákæruvaldið hevur ikki avgjørt enn, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477