- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glasrútur úr lastbilin feyk á bil
Tað var um fimm tíðina í gjár, at ein kvinna fekk ein skelk, tá hon knappliga merkti okkurt raka bilin hjá sær, tá hon koyrdi framvið Suni.
Tað vísti seg, at ein lamineraður glasrútur var fokin úr einum mótkoyrandi lastbili og hevði rakt bilin hjá henni.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilurin fekk nakað av skaða.
Fyri nøkrum døgum síðani var ein líknandi tilburður, har ein steinur, sum vigaði 48,6 kilo, datt úr einum lastbili og rakti bilin, sum koyrdi aftanfyri.
Lastin skal tryggjast væl
Løgreglan heitir í hesum sambandi á fólk, sum koyra við last, um at tryggja lastina væl, tí stórur skaði kann standast av, um okkurt dettur úr lastini mitt í ferðsluni.
Tann, sum koyrir við last, hevur ábyrgd at tryggja lastina. Í ringasta føri kann ein ov illa tryggjað last føra til treytaða frádøming av koyrikortinum.
Ferðslukanningar
Annars gjørdi løgreglan ferðkanningar millum Fjarða í Eysturoynni í nátt.
Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 115 km/t og fyri tað fær hann eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Hin varð máldur at koyra 107 km/t og fær eitt klipp í koyrikortið.