- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilasølur selja 12 persónbilar um dagin
Bilasølur selja 12 persónbilar um dagin
Sølan av bilum gongur væl. Fyrra hálvárið vórðu skrásett 1594 nýggj akfør í Føroyum, 175, stívliga 12 prosent fleiri enn fyrra hálvárið 2020
02.07.2021 - 07:01
Í miðal seldu bilsølurnar 12 bilar um dagin teir dagar, tær vóru opnar, í juni.
Níggju persónbilar vórðu seldir um dagin.
Men færri nýggir bilar vórðu skrásettir í juni í ár enn í juni í fjør. Teir vóru 27 fleiri í juni í fjør.
Persónbilarnir vóru tó 12 fleiri í ár.
Fyrra hálvárið vórðu skrásett 1594 nýggj akfør í Føroyum, 175, stívliga 12 prosent fleiri enn fyrra hálvárið 2020.
Nøkur innflutt brúkt akfør eru eisini skrásett. Tey eru 26 fleiri í juni í ár enn í juni í fjør og 10 fleiri í fyrra hálvári.
Tølini eru tó ikki stór, 156 í hálvárinum og 54 í juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV