- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan kannar eldsbruna í Sandvík
Løgreglan kannar eldsbruna í Sandvík
Løgreglan fer í næstum at kanna, hví eldur í gjár kyknaði í sethúsum í Sandvík, sum brunnu í grund.
22.05.2021 - 11:15
Løgreglan fekk klokkan 16.40 í gjár fráboðan um, at eldur var í sethúsum í Sandvík.
Tað var persónurin, sum búði í húsinum, og sum var sloppin út við hundinum, ið boðaði frá.
Sløkkiliðini í Hvalba og av Tvøroyri vórðu boðsend, men stutt eftir klokkan 17 bóðu tey um hjálp úr Vági.
Húsini eru brend í grund, og hjallurin, ið stendur uppat, er illa farin.
Tveir bilar, ið stóðu nærhendis, hava eisini fingið stóran skaða av eldinum, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV