- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv full fólk í býnum
Nógv full fólk í býnum
Løgreglan hevur havt nógv at gera í nátt. Óvanliga nógv full fólk vórðu send á sjúkrahús
16.05.2021 - 09:54
Nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt og løgreglan hevur havt úr at gera. Sambært løgregluni, vóru nógv fólk rættiliga full, og løgreglan hjálpti fleiri, sum lógu avdottin.
Sjúkrabilurin var boðsendur óvanliga ofta í nátt, tí fólk vóru dottin ella so rúsað, at neyðugt var at senda tey á sjúkrahúsið til kanningar.
Eitt fólk var tikið fyri rúsdrekkakoyring, og eitt var tikið fyri at koyra uttan at hava førararætt til bil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV