- Tíðindi, mentan og ítróttur
56 prosent grøn orka í mars
Í tilsamans 2,24 samdøgur var elframleiðslan í Føroyum í mars omanfyri 80 prosent grøn. Tað skrivar SEV á heimasíðuni.
Eftirspuringurin eftir elorku var størri í mars í ár enn í fjør, tá virksemið í samfelagnum minkaði nakað orsakað av koronufarsóttini.
Nógv vatnorka í mars
Elframleiðslan í mars í ár var 34,3 GWt samanborið við 33,4 GWt í fjør. Serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl í mars.
Slakir 14 GWt, sum svarar til 39,6 prosent av samlaðu framleiðsluni, stavaðu úr vatnorku. Framleiðslan úr olju kom upp á 44 prosent, og vindur og biogass stóðu fyri ávikavist 15 og 1,7 prosentum.
Biogassframleiðslan kom upp á 584 MWt, sum svarar til miðal mánaðarnýtsluna hjá umleið leið 1872 húskjum, skrivar SEV.