- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvíggjartún verður boðið útaftur í summar

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at byggja nýggja Bú- og umlættingarheimið á Argjum til børn og ung við autismu, nevnt Kvíggjartún, boðið útaftur í summar.
Tað upplýsti Elsebeth Mercecdis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, í tinginum í gjár.
Landsstýriskvinnan ógildaði útbjóðingina, tí innkomnu tilboðini vóru nógv dýrari enn kostnaðarmetingin.
Lægsta boðið 56 mió. kr.
Upprunaliga var ætlanin, at Bú- og umlætingarheimið skuldi kosta 29 milliónir krónur, men í desember í fjør varð tann prísurin lagaður til 42 milliónir krónur.
Men tá tilboðini vórðu latin upp, var lægsta tilboðið 56 milliónir krónur, 14 milliónir hægri enn dagførda kostnaðarmetingin. Og tað varð ov dýrt, helt landsstýriskvinnan, sum ógildaði útbjóðingina.
Men nú verður Bú- og umlættingarheimið á Argjum boðið út av nýggjum
