- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um andstøðuuppskot í dag

Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um at stovna partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Líkt er til, at uppskotið fellur, tí samgongan tekur ikki undir við tí.
Samgongan tekur heldur ikki undir við hinum uppskotunum til samtyktar frá andstøðuflokkum, sum atkvøðast skal um í tinginum í dag.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Tjóðveldi hevur uppskot um fleiri pengar til musikkskúlarnar og Symfoniorkestrið og til føroyska veðurtænastu og um heimleys.
Og Javnaðarflokkurin hevur uppskot um óneyðugt einnýtisplast.
Tingfundurin í dag verður klokkan 13:30.
