- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimavirki og vardir bústaðir í tinginum í dag
Heimavirki og vardir bústaðir í tinginum í dag
Átta mál eru á skránni, tríggjar triðju viðgerðir og fimm aðru viðgerðir

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.05.2020 - 09:21
Nøkur mál verða avgjørd á tingfundinum seinnapartin í dag.
Átta mál eru á skránni, tríggjar triðju viðgerðir og fimm aðru viðgerðir.
Triðja viðgerð verður um lógarbroytingina, sum skal sleppa heimavirki undan skatti og meirvirðisgjaldi.
Broytingin er, at inntøka frá heimavirki er skattafrí, um virksemið í mesta lagi gevur 50.000 kr. um árið.
Heimavirki skal eisini kunna seljast uttan meirvirðisgjald, um selt verður fyri minni enn 50.000 kr.
Tingið skal í dag atkvøða um vardar bústaðir, sum skulu dagførast, um forskúlar í frískúlum, har mælt verður til, at kommunurnar rinda raksturin, og um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV