- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki fleiri pengar til tónleik

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum um eykajáttan hjá Tjóðveldi, sum vil lata Symfoniorkestrinum og musikkskúlunum 3,5 milliónir krónur afturat í ár, tríggjar milliónir til musikkskúlarnar og hálva millión til Symfoniorkestrið.
Meirilutin sigur, at í ár eru settar av 14,9 milliónir krónur til musikkskúlarnar og 1,7 milliónir krónur til Symfoniorkestrið. Og tað eiga vit at halda fast um, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum um eykajáttan, tí bíðilistarnir hjá musikkskúlunum eru langir. Har eru í løtuni yvir 800 børn og ung.
Symfoniorkestrið hevur brúk fyri fleiri pengum, so tað kann geva tónleikarum eina rímiliga samsýning, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Ruth Vang í Framsókn sigur, at hon tekur støðu í tingsalinum.
