Lógaruppskot komið í tingið

Lógaruppskot komið í tingið
Lógaruppskotið um, hvussu rætturin at fiska skal skattast, tá hann verður seldur, kom í løgtingið í gjár
 
14.05.2020 - 07:31

Tá eitt felag selur rættin hjá sær at fiska, skal landið fáa 65,4 prosent av vinninginum. Selur einstaklingur veiðirættindi, verður skatturin 67,5 prosent.

Tá fólk selja partabrøv, har veiðirættindi eru partur av ognum partafelagsins, verður skatturin 58 prosent.  

Lógaruppskotið um, hvussu rætturin at fiska skal skattast, tá hann verður seldur, kom í løgtingið í gjár.

Til hoyringar í heyst

Í lógini er dømi um, at vinningurin er ein millión, tá felag selur. Serskatturin er 35 prosent. Síðani fer partafelagsskattur, sum er 18 prosent, av teimum 650.000 krónur, sum tá eru eftir.

Av teimum 533.000 krónunum, sum so eru eftir, fer vinningsbýtisgjald, sum er 35 prosent. Tá allur skattur er goldin, er nettovinningurin tá 346.450 krónur. Bruttovinningurin var ein millión.

Skatturin er 65,4 prosent. Eftir er nú at gera eina tilfeingisskattalóg. Samgongan ætlar at taka yvirskotsgrundað tilfeingisgjald, sum leggur upp fyri rentum, oljuprísi og fiskaprísi. 

Uppskotið um tilfeingisskattalógina fer ætlandi til hoyringar í heyst og kann koma í gildi í 2021, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344