Bólkur 4A og 4B verða lagdir saman

Bólkur 4A og 4B verða lagdir saman
Skotið verður upp at gera broytingar í lógini um sjófeingi
 
14.05.2020 - 10:21

Fiskimálaráðið ætlar at leggja bólkarnar 4A og 4B saman í ein bólk.

Í bólki 4A eru utróðrarbátar millum 15 og 40 tons.Í bólki 4B eru útróðrarbátar millum 40 og 110 tons.

Samanleggingin er við í lógaruppskotinum um broytingar í lógini um sjófeingi, sum kom í tingið í gjár .

Bátarnir í bólki 4A og 4B virka undir eins lógarreglum og treytum, og tí er óneyðugt at býta hendan partin av útróðrarflotanum í tvey, sigur Fiskimálaráðið.

Allir bátarnir varðveita sínar fiskidagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344