- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingarfeløgini skulu sjálvi taka munin burtur

Samgongan vil, at tryggingarfeløgini sjálvi taka burtur munin millum eftirlønina hjá kvinnum og monnum.
Kvinnur fáa minni um mánaðin enn menn, tí tær liva longri, verður sagt.
Ikki færri enn trý uppskot eru í løgtinginum um, at kvinnur og menn skulu fáa tað sama.
Javnaðarflokkurin hevur eitt broytingaruppskot.Tjóðveldi og Framsókn hava hvørt sítt uppskot til samtyktar. Uppskotini hava øll aðru viðgerð í tinginum 20.mai.
Minnilutin í Vinnunevndini, Johan Dahl, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen, sigur, at pensjónsfeløgini arbeiða við broytingum, sum skulu tryggja, at munur ikki verður gjørdur á kvinnum og monnum.
Tað skulu pensjónsfeløgini hava loyvi til, siga samgongumenninir, sum mæla tinginum frá at samtykkja andstøðuuppskotini.
