Skattauppskotið verður nú lagt fram

Skattauppskotið verður nú lagt fram
Uppskotið varð borið tinginum í dag, og málið kemur væntandi til fyrstu viðgerð fríggjadagin
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um at skatta vinning av fiskiloyvum
 
12.05.2020 - 15:38

Uppskotið um, hvussu vinningur av fiskiloyvum verður skattaður, tá skip og kvotur verða seld, verður nú lagt fyri løgtingið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eigur uppskotið. 

Uppskotið var ein fortreyt fyri, at lógin um sjófeingi bleiv samtykt fyri jól.

Uppskotið varð borið í tingið í dag, men tá løgtingsumsitingin hugdi kannaði tað, varð neyðugt at gera onkrar broytingar.

Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið í morgin, og eftir ætlan kemur tað til fyrstu viðgerð fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344