Avgreiða játtanina til Landssjúkrahúsið

Avgreiða játtanina til Landssjúkrahúsið
Tingfundur verður seinnapartin
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
 
12.05.2020 - 09:25

Í dag fer løgtingið at avgreiða uppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

Tríðja viðgerð er á tingfundinum seinnapartin.

Við aðru viðgerð samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá fíggjarnevndini, um at játtanin í verklagslógini verður 799,5 milliónir, og ikki 805,3 milliónir, sum landsstýrið bað um.

Løgtingið skal eisini atkvøða um tvey uppskot seinnapartin.

Annað er um at lækka skrásetingargjaldið fyri stórar vørubilar, og hitt er um at geva alarum forboð fyri at drepa kóp.

Onnur viðgerð verður um tey bæði uppskotini í dag.

Tingfundurin verður klokkan 13.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344