- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um prísin

Ósemja er um prísin fyri barnagarðin. Árni Jacobsen og Gudny Langgaard komu við einum broytingaruppskoti á býráðsfundinum í síðstu viku.
Tey siga, at tey taka ikki undir við at byggja barnagarð fyri 55 milliónir krónur, ella fyri 42.000 krónur fermeturin.
Teirra uppskot er at byggja fyri góðar 30 milliónir krónur, ella fyri 30.000 krónur fermeturin. Tey mæltu til at bjóða byggingina út av nýggjum.
Samlaði kostnaðurin smáar 54 milliónir
Jóhan Christiansen og Hanna Jensen atkvøddu fyri hesum uppskotinum. Men býráðið samtykti við fimm atkvøðum at taka av einum tilboði frá MT Højgaard, sum er lægsta tilboðið.
Tað er slakar 40 milliónir krónur. Men so kemur annar kostnaður afturat, so barnagarðurin fer at kosta góðar 53,8 milliónir krónur, tá er meirvirðisgjaldið talt við.
Barnagarðurin verður 1.300 fermetrar og har verður pláss fyri 112 børnum. Fyri trimum árum síðani varð barnagarðurin mettur at kosta 30 milliónir krónur.
Í 2018 samtykti býráðið, at barnagarðin skuldi í mesta lagi kosta 35 milliónir krónur við øllum. Ósbjørn Jacobsen arkitektar vunnu arkitektakappingina um barnagarðin.
