- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endaliga samtykkjast í dag
Endaliga samtykkjast í dag
Tingið fer í dag endaliga at samtykkja, at landsstýrið kann læna upp í 1,6 milliardir fyri at tryggja gjaldførið hjá landskassanum í ár og næsta ár

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.05.2020 - 08:08
Tá málið var til 2. viðgerð mánadagin, vóru 24 atkvøður fyri, og ein atkvøða var blonk. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við umbønini frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.
Landskassin hevur 3,2 milliardir krónur í gjaldføri og 3,7 milliardir í rentuberandi skuld. Sostatt er nettoskuld landskassans bara ein hálv milliard.
Stórur partur av gjaldføri landskassans stendur í virðisbrøvum. Verða tey seld, sum støðan er, hevði landskassin havt eitt stórt kurstap, segði fíggjarnevndin. Tí mælti hon heldur at heimila landsstýrinum at læna peningin.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV