Svara skrivligum fyrispurningum í morgin

Svara skrivligum fyrispurningum í morgin
Tingfólk hava spurt um m.a. Mjørkadal, Heilsutrygd og innsigling í Skopun
Skrivligir fyrispurningar verða svaraðir í tinginum í morgin
 
30.04.2020 - 15:01

Løgmaður og landsstýrisfólk fara at svara fimm skrivligum fyrispurningum í tinginum í morgin. 

Sirið Stenberg í Tjóðveldi spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um nakað samskifti er millum føroyskar og danskar myndugleikar um at bøta viðurskiftini hjá teimum, sum sita í Mjørkadali. 

Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum spyr løgmann, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivstovan hevði í 2016 at geva Heilsutrygd boð um at krevja heilsutrygdargjald frá útisiglarum, sum eisini hava goldið til Folketrygd í Noregi.

Hetta varð gjørt, hóast Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum gjørdi øvutan niðurskurð í hesum málinum, sigur Brandur Sandoy. 

Brandur Sandoy spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, hvør higartil hevur rindað fyri at viðlíkahalda og umvæla grótkastið og brimverjuna, og at rudda grot burtur í innsiglingini í Skopun. Hann spyr eisini, hvør eigur grótkastið á Símunarbukt og brimverjuna á Bergi í Skopun. 

Sjúkrahús og porno

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum. Hann vil hava landsstýrismannin at greiða frá broytingunum um at leggja játtanirnar til øll trý sjúkrahúsini undir stjóran á Landssjúkrahusinum at umsita.

Og Helgi Abrahamsen, landsstýrismarður í umhvørvis- og vinnumálum, skal svara einum fyrispurningi frá Steffani Klein Poulsen í Miðflokkinum um at verja børn fyri porno. Hann spyr m.a., hvussu nógv pornografisk ferðsla er á internetinum í Føroyum, t.d. hvussu nógvar leitingar eru eftir pornografiskum tilfari. 

Tingfundurin í morgin verður klokkan 10. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292