- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fer stýrisskipanarnevndin at skipa seg

Fríggjadagin fer grein 25 nevndin, sum skal viðgera broytingar í stýrisskipanini, at skipa seg.
Nevndin varð vald 6.mars. Hvør flokkur hevur eitt fólk í nevndini.
Í nevndini eru Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum, Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri.
Tingkvinnurnar, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina.
Tær vilja, at orðið maður í stýrisskipanarlógini skal broytast til orðið fólk.
Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.
Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín, og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku.