- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið skyldar minni

Tað stendur millum annað í fráboðan frá Landsbankanum, sum hevur skrivað Ársfrágreiðing fyri 2019, skrivar bankin á heimasíðuni.
Landskassin hevur sum heild lán við styttri freist enn lond, vit samanbera okkum við, og tað merkir ein størri váða, tá lánini skulu endurfíggjast.
Rentan lág
Lánifreistin á lánum hjá landskassanum er í miðal 2,6 ár, meðan hon eitt nú er 9,4 ár í Týsklandi og 8,6 ár í Danmark. Rentan er lág, og tað merkir, at landskassin rindar nógv minni í rentum fyri lánini enn í 2011.
Í 2019 rindaði landskassin í miðal 0,86 prosent í rentu av sínum fýra lánum uppá tilsamans 3,7 milliardir krónur. Í 2011 var rentan á landskassaskuldini í miðal 3,04 prosent.
Var miðalrentan á sama støði sum í 2011, hevði landskassin goldið 80 milliónir krónur meira í rentuútreiðslum í 2019 fyri skuldina uppá 3,7 milliardir krónur, skrivar Landsbankin í frágreiðing síni.