- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sverri Kass úr flogvallarnevnd
Ætlanin er at skifta tveir nevndarlimir út. Fyrrverandi føroyska flogvallarstjóran, Jákup Sverra Kass, og varastjóran í Royal Arctic Line, Aviâja Lyberth Lennert.
Í teirra stað ætlar sjálvstýrið millum annað at seta Niels Thomsen, fyrrverandi formann fyri Demokratarnar. Avgerðin hevur vakt ans í Grønlandi, og grønlandska blaðið Sermitsiaq skrivar, at talan er um eina politiska avgerð.
Sambært blaðnum verður Niels Thomsen løntur fyri at hava stuðlað Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformannin, í ætlanini at byggja flogvallirnar, tá politiskt rumbul var um ætlanina.
Broytingarnar samtyktar fyrst í apríl
Niels Thomsen var ein av stóru vinnarunum seinasta val, og hann var avgerandi fyri, at Demokratarnir fóru í samgongu við Siumut, so Kim Kielsen kundi halda fram, sum landsstýrisformaður.
Samstundis kemur broytingin í kjalarvørrinum av, at grønlendska landsstýrið hevur gjørt broytingar í nevndunum í Visit Greenland og felagnum Illuut A/S.
Sambært Sermitsiaq varð tað longu avgjørt 2. apríl, at gera broytingar í øllum trimum nevndum í ótíð. Broytingarnar í Visit Greenland og Illuut A/S, sum grønlendska landsstýrið eigur, vórðu framdar sama dag.
Aðalfundur verður 24. apríl
Maliina Abelsen, fyrrverandi forkvinna í Visit Greenland og fyrrverandi tinglimur fyri IA, upplýsir fyri Sermitsiaq, at hon hevur fingið at vita, at talan er um eina politiska avgerð.
Tað bar kortini ikki til at gera líka skjótt av í Kalaallit Airports, har danski staturin eisini eigur í felagnum, og harvið skal góðtaka broytingar í nevndunum.
Aðalfundur í felagnum verður 24. apríl. Hinir báðir limirnir í nevdini eru Jóhannus Egholm Hansen, formaður, og Finn Gaarsmand, nevndarlimur.