- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálparpakki tvey samtyktur

Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum verður stigvísur, og lágmarkið er 40 prosent afturgongd. Fyritøkur, sum hava fleiri rakstrarstøð, so sum Gist og Vist, fáa pengar til hvørt rakstrarstað.
Fyritøkur, sum klára seg sjálvar, fáa ongan stuðul. Vinnunevndin hjá løgtinginum mælti til, at innlit verður í skipanina, so almenningurin veit, hvør fær stuðul.
Stuðulin verður stigvísur
Nevndin mælir eisini til, at alt fyri eitt verður gjørd ein skipan, sum loftar teimum, sum ikki koma undir hjálparpakka tvey.
Stuðulin verður stigvísur. Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, verður stuðulin 50 prosent. Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.
Nýggjar fyritøkur, sum ikki hava annan ársfjórðing í fjør at samanbera við, fáa eisini stuðul. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin.