Einki ansingargjald í Fuglafirði og á Strondum

bannari
Einki ansingargjald í Fuglafirði og á Strondum
Kommunustýrini hava avgjørt, at einki gjald verður tikið so leingi serligu tiltøkini í samband við Covid-19 standa við
 
05.04.2020 - 14:23

Fulgfjarðar kommuna og Sjóvar kommuna boða nú frá, at kommunurnar ikki fara at krevja ansingargjald frá bogarum, meðan dagstovnarnir hava stongt vegna Korona. 

Sostatt leggjast tær aftrat teimum kommunum, ið hava valt hendan leistin.

Tað eru nakrar vikur síðan, at fyrstu kommunurnar boðaðu frá, at borgarar sluppu undan hesum gjaldinum. 

Men summar kommunur, harímillum Sjóvar kommuna, ynsktu at Kommunufelagið kom við eini felags støðu um gjaldið. 

Men nú tað er greitt, at eingin slík útmelding kemur, hevur kommunan samtykt, at einki gjald verður kravt fyri barnaansing so leingi serligu tiltøkini í samband við Covid-19 standa við.

Samtyktin er galdandi til 13. apríl. Um nýggj boð koma um tiltøk í samband við Covid-19, verður málið tikið uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278